Mánadagin varð Aleksandar Jovevic sagdur úr starvi sum B68-venjari. Og hjálparvenjarin Nenad SaricHetta var dagin eftir tapi fyri Skála í botnbrakinum, og B68 er aftast, nú sjey umfør resta í.
Les eisini: Nú hevur helmingurin av liðunum skift venjara í 2026
Síðani hevur Martin Jarnskor (fyrr Olsen) staðið fyri venjingunum saman við Pedro Tarancon Anton. Teir hava í ár verið ávikavist høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá B68 og kropsligur venjari hjá besta liðnum.
Portalurin hevur fingið váttað frá fleiri góðum keldum, at Martin Jarnskor verður høvuðsvenjari hjá B68 sunnudagin, tá liðið vitjar B36.
36-ára gamli gøtumaðurin hevur áður spælt fyri B68 og var í 2024 og 2025 hjálparvenjari hjá NSÍ-kvinnunum - tað fyrra av hesum árunum vann liðið greipuna.
2. deildarliðið hjá B68 er í løtuni nummar fýra í deildini. Martin hevur havt tólv dystir við liðnum.
Óvist er, hvussu verður restina av árinum. Eingin í nýggja venjaratoyminum hjá B68 hevur A-prógv.
Sum skilst hava samrøður verið við venjarar í vikuni, men einki er endaligt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald