Síðani samstarvið millum B68 og høvuðsvenjarin Aleksander Jovevic og hjálparvenjarin Nenad Saric helt uppat 24. august, hava Martin Jarnskor og Pedro Tarancon Anton vant meistardeildsliðið hjá B68.
Teir hava staðið á odda fyri venjingum og fyri liðnum, tá tað endaði 1-1 í Gundadali móti B36 síðsta vikuskifti í august.
Hóskvøldið boðaði B68 frá, at gøtumaðurin og spaniólin, sum báðir hava síni tilknýti til Toftir, fara at standa við róðrið restina av kappingarárinum. Hetta saman við Karstini Hansen málmansvenjara.
Martin hevur í ár verið venjari hjá 2. deild, næstbesta liðnum hjá B68, og Pedro verið fysiskur venjari hjá besta liðnum. Nú fara Jóhan Dávur Højgaard, Ingolf Petersen og Jann Ingi Petersen koma at hava ábyrgdina av 2. deild, skrivar B68.
B68 er í tungum sjógvi, nú seks umfør eru eftir. í bestu deildini Liðið er aftast og hevur fýra stig upp til strikuna.
Støðan í botninum í løtuni:
![]()
Tað er neyðugt at fáa stig, og helst vinna á Argjum í kvøld. AB hevur bert vunnið sær trý stig eftir summarsteðgin, og B68 kann gera botnstríðið uppaftur meira spennandi við sigri í kvøld.
Lykladysturin byrjar klokkan 18.30. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum, og FM1 sigur frá. Áðrenn dystin er Fótbóltsskýlið á skránni, har hitað verður upp til umfarið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald