Fótbóltur

Mattias Hellisdal skoraði og legði upp í sigri móti Häcken

Ungi føroyski miðvallarin hevði frálíkt frísparksinnlegg í fyrra hálvleiki og skoraði sjálvur flott fríspark í 2. hálvleiki - her ber til at síggja flottu málstigini hjá Mattiasi í 3-1 sigrinum hjá Västerås í Gøteborf.

Fjórða dystin á rað byrjaði Mattias Johnnyson Hellisdal inni á sentrala miðvallinum hjá Västerås. Og 20-ára gamli føroyingurin tók av álvara av í lykladystinum móti nummar trý í Allsvenskan - uppflytararnir enn væl við í evropeiska stríðnum í Svøríki

Fjórða dystin á rað byrjaði Mattias Johnnyson Hellisdal inni á sentrala miðvallinum hjá Västerås. Og 20-ára gamli føroyingurin tók av álvara av í lykladystinum móti nummar trý í Allsvenskan - uppflytararnir enn væl við í evropeiska stríðnum í Svøríki

2026-08-29 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórða dystin á rað byrjaði Mattias Johnnyson Hellisdal inni á sentrala miðvallinum hjá Västerås. Og 20-ára gamli føroyingurin tók av álvara av í lykladystinum móti nummar trý í Allsvenskan.

Tað var 1-0, tá Västerås í 38. minutti fekk fríspark í vinstru síðu. Hetta sendi Mattias Hellisdal ógvuliga væl innfyri, og so skuldi Bonaventure Lendambi bara seta høvdið á.

2-0 og nakrar minuttir seinni gjørdust fyritreytirnar hjá føroyingafelagnum uppaftur betri, tá Häcken fekk beinleiðis reytt kort.

Eftir ein tíma gjørdist dagurin hjá útiliðnum betri, tá Mattias Hellisdal beint uttanfyri brotsteigin økti til 3-0 við vøkrum frísparki. Skotið var hart og fó í hornið í "síðuni hjá málverjanum", sum ikki hevði tíð at reagera uppá góða skotið hjá føroyingunum.

3-0 og nakrar minuttir seinni varð maðurin við máli og uppleggi útskiftur. BK Häcken minkaði um munin, men Mattias og teir fóru avstað við stigunum.

Við hesum eru uppflytararnir bert tvey stig frá júst Häcken og Elfsborg, sum bæði hava 31 stig og eru ávikavist nummar fýra og trý. Triðja plássið gevur Conference League næsta ár. Um eina viku vitjar oddaliðið Sirius, hjá  Västerås

Sí málini og reyða kortið á Bravida Arena niðanfyri:



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder