Mattias Hellisdal og Västerås vunnu seg í gjár víðari, tá dystur í 2. høvuðsumfari í svensku steypakappingini var á skránni.
Enköping úr triðbestu deildini tók ímóti og legði seg á odda eftir 27 minuttir.
Favorittarnir úr Allsvenskan svaraðu aftur fyri steðgin og megnaðu at vinna 2-1.
Mattias Hellisdal kom inn, og føroyingurin var við í avgerandi málinum. 20-ára gamli miðvallarin fangaði eina alvering hjá Enköping-málverjanum, rak, spældi víðari og nøkur sekund seinni skoraði Västerås avgerandi málið
Til ber at síggja hæddarpunktini á expressen.se - avgerandi málið er frá 2.43
Västerås spældi í reyðum í gjár, og Mattias Hellisdal hevur nummar 30 á rygginum.
Mattias og liðfelagarnir spæla aftur sunnudagin móti Kalmar. Tá er talan um landskappingardyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald