Kappróður

Norðoyastevna: Flagg- og starttíðir fluttar 30 minuttir

Vegna seinkingar í ferðaætlanini hjá Smyrli, er flaggtíð hjá fyrsta róðri kl. 13.25, sigur Róðrarsamband Føroya.

(Savnsmynd: Signar Højgaard)

(Savnsmynd: Signar Højgaard)

2026-05-30 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er fyrsti FM-róðurin á skránni á Norðoyastevnu í Klaksvík, men hann verður eitt sindur seinkaður, boðar Róðrarsamband Føroya frá.

Róðrarsambandið hevur fyrrapartin lagt út hesa fráboðan:

– Vegna seinkingar í ferðaætlanini hjá Smyrli eru allar flagg- og starttíðir fluttar 30 minuttir.

– Flaggtíð hjá fyrsta róðri er kl. 13.25, og starttíð er kl. 13.30.

Startrøðin sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder