Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á forsetan í FIFA og hava álvarsligar stúranir um leiðsluna og tær avgerðir, ið verða tiknar á hægsta stigi í felagsskapinum.
Sí eisini: Christian Andreasen: - Vænti ikki at Infantino heldur fram
Sí eisini: Video: - Vit hava mist álitið á Infantino
Norðurlendsku fótbóltssambondini standa treytaleyst saman við UEFA og teimum átøkum, sum limasambondini undir UEFA hava mælt til í felag. Vit vænta, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at leiðsla og kappingar hjá FIFA ongantíð aftur verða latnar upp fyri privatum ognarskapi.
Vit stuðla eisini kravinum, sum AFC, CONCACAF og UEFA hava sett fram, um eina óhefta triðjaparts-kanning av tilgongdini kring uppskotið um FIFA Forward Enterprise.
Somuleiðis heita vit á FIFA um at seta í verk eina umfatandi og óhefta kanning av, um skipanin fyri góða leiðslu í FIFA veitir tað óheftni, eftirlitsskipanir, gjøgnumskygni og ábyrgd, sum vóru ætlað, tá FIFA samtykti umskipanarætlanina í 2016.
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald