- Eg havi ikki stórvegis viðmerkingar til hatta, uttan at tað er absurd, um eg havi leikbann móti Víkingi (næsti dystur hjá NSÍ, red.). Eg haldi ikki, at nakar spælari eigur leikbann fyri slíkt. Nú fer NSÍ mest sannlíkt at gera sítt, og so er tað upp til FSF. Eg fari ikki at blanda meg meira uppí, helt Petur Knudsen fyri.
Soleiðis segði Petur Knudsen við FM1 sunnudagin. NSÍ-liðformaðurin var høvuðspersónur í ein av mest umrøddu støðunum í undanfarna umfari í Meistaradeildini.
Les eisini: Absurd um eg ikki sleppi at spæla móti Víkingi
Videobrotið av hendingini, tá Petur Knudsen fer umkoll eftir nærdyst við Jimmy Abdul hevur verið á sæð á sosialu miðlunum, og kjak hevur verið um støðuna, sum Heini Viðoy metti til gult kort fyri film.
Harvið rak altjóða dómarin NSÍ-profilin, sum løtu áðrenn hevði fingið gult kort fyri kjaftaslit, av vølli. Og Petur Knudsen hevur leikbann til lykladystin móti Víkingi 13. september.
Royna seg við kæru
Men hetta ynskir NSÍ at broyta. Sum liðformaðurin legði upp til í samrøðuni sunnudagin, hevur "NSÍ gjørt sítt".
Formaðurin Karstin Joensen váttaði fyri Kringvarpinum fyrr í kvøld, at NSÍ hevur sent eina kæru inn til Fótbóltssamband Føroya.
Ivamál hevur annars verið um, hvørt heimild er til broyta hetta, tá talan er um seinna gula kortið og ikki reytt kort. Men NSÍ vísir á, at tað er ikki farið rætt fram í støðuni: Tað var AB-spælarin, Jimmy Abdul, ið framdi brotið og ikki Petur Knudsen - og at sjónvarpsmyndir vísa hetta.
Karstin Joensen hevur ikki fleiri viðmerkingar til miðlarnir um málið í løtuni.
Spurningurin er so, um hendan kæran fer allan vegin. NSÍ hevur sum skilst víst á fordømi úr bestu deildunum í Skotlandi, Danmark og Týsklandi frá seinastu árunum: Alt har eitt seinna gula kort hjá spælara verður strikað, eftir at dómarar/fótbóltssamband hava hugt eftir sjónbandi. Okkurt av dømunum snúgva seg um film.
Kringvarpið vil verða við, at NSÍ hevur biðið um skundviðgerð í málinum.
NSÍ er oddalið í Meistaradeildini, nú seks umfør resta í. Petur Knudsen er toppskjútti í deildini og hevur flest upplegg hjá NSÍ í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald