Fótbóltur

NSÍ nærri meistaraheitinum - so at siga sama støða í botninum

Oddaliðið vendi 0-1 til 3-1 móti AB í 2. hálvleiki - og so fekk Petur Knudsen margháttiligt reytt kort. 07 Vestur og Skála spældu 1-1 í botnbrakinum- B68 var á odda 1-0, tá yvirtíðin í Gundadali byrjaði, men tað endaði við javnleiki.

Meinhard Egilsson Olsen skoraði til 2-1 í dag, og fyrsta mál hansara í føroyskum fótbólti í seks ár kann gerast ógvuliga týðandi fyri NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen skoraði til 2-1 í dag, og fyrsta mál hansara í føroyskum fótbólti í seks ár kann gerast ógvuliga týðandi fyri NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-30 19:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 21. umfari í Mestaraideildini eru spældir í dag. Talan gjørdist um tveir 1-1 javnleikir og ein heimasigur til oddaliðið.

AB hevur gjørt tað ógvuliga trupult fyri NSÍ í ár. Í fyrsta dystinum millum liðini, avgjørdi Petur Knudsen í yvirtíðini móti uppflytarunum, sum vóru betri á degnum, og beint fyri summarsteðgin vann AB á heimavølli móti NSÍ. Argjamenn komu eisini á odda nærum beinanvegin við Løkin í dag, hóast liðið var uttan tríggjar útlendskar profilar: Jimmy Abdul og Obule Moses, ið vóru í leikbannsvanda, sótu uttanfyri fyrsta tíman, og Luca Ørsted Thorstensen.

NSÍ var merkt at deyðbóltsmálinum hjá Gunnari Reynslág, men í 2. hálvleiki setti oddaliðið tingini uppá pláss. Fyrst sjálvmál tíggju minuttir eftir steðgin, og tá tjúgu minuttir vóru eftir sló júst innskifti Meinhard Egillson Olsen til. Fyrsta málið hjá landsliðsleikaranum í føroyskum fótbólti síðani august 2020 - og tað fyrsta fyri barndómsfelagið síðani 2015.

Hetta kann fáa stóran týdning fyri NSÍ, sum nú er seks stig frammanfyri KÍ - KÍ spælir móti EB/Streymi í morgin. Petur Knudsen økti til 3-1 eftir brotsspark, sum AB-málverjin framdi móti Peturi. Men tveir minuttir seinni fekk NSÍ-liðformaðurin seinna gula kortið. Hetta tí at Heini Ziskason Viðoy metti, at Petur Knudsen filmaði í nærdysti við Jimmy Abdul. Útfrá sjónvarpsmyndunum sá hetta út sum NSÍ-fríspark, Petur og hinir á heimaliðnum ónøgdir, men nú hevur nummar 16 leikbann til dystin móti Víkingi.

[object Object]

1-1, 1-1 og framvegis tætt í botninum

B68 fór í Gundadali við nýggjum fyribils venjara, Martini Jarnskor, og eina løtu sá tað út til, at botnliðið fór avstað við øllum. B68 vísti tenn og fekk brotssoark eftir 81 minuttir. Tað setti fraklendingurin  Loick Jean Henri Lespinasse trygt í netið, men í yvirtíðini bjargaði fyrrverandi B68-arin, Ragnar Samuelsen, B36 eitt stig. Harvið slapp B36 ikki meira enn eitt stig afturat frá Víkingi í evropeiska stríðnum.

B68 kom eitt stig nærri EB/Streymi og strikuni, men Skála og 07 Vestur fingu eisini eitt stig hvør. Tey hittust til botnbrak á Skála og skoraðu eitt hvør fyri steðgin. Í 2. hálvleik ivar heimaliðið betri og rakti millum annað stongina, men talan gjørdist ikki talan um triðja sigurin á rað. Tó eitt betri úrslit hjá skálamonnum enn 07, í mun til stigatalvuna, og Skála fór eisini líka framum EB/Streym, sum spælir í morgin - alt enn ógvuliga tætt í botnstríðnum.

Yvirlit niðanfyri - dagført: 20.12

21. umfar í Meistaradeildini 
Í dag, sunnudagin 30. august

NSÍ - AB 3-1 (0-1)
3' Gunnar Reynslág 0-1
56' Sjálvmál (Mathias Brik Friis) 1-1
71' Meinhard Egilsson Olsen 2-1
82' Petur Knudsen 3-1

Reytt kort: 83' Petur Knudsen (seinna gula)

Sí meira um dystin her

B36 - B68 1-1 (0-0)
83' Loick Jean Henri Lespinasse, br. 0-1
90 (+2)' Ragnar Samuelsen 1-1

Meira um dystin her

Skála - 07 Vestur 1-1 (1-1)
18' Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
33' Maxwell Effiom 1-1

Meira um dystin her

Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)

Lurta eftir FM1 her

Fríggjadagin 28. august
Vikingur - HB 1-3 (0-0)
57' Jørgen Nielsen 1-0
64' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
73' Ári Mohr Jónsson/Dan í Soylu 1-2
90 (+3)' Ebiye Moses 1-3

Les eisini: HB fór avstað við øllum í Sarpugerði

Aron Benjaminsen: Eg farið til Skotlands mánadagin

Stigatalvan:

[object Object]
Næsta vikuskifti er finalan um Løgmanssteypið og harvið einki landskappingarumfar. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder