Fótbóltur

Nú skal røkka ella støkka hjá KÍ

Í 2023 var liðið í Conference League-bólkaspælinum, og árið eftir var tað ógvuliga nær við. Nú eitur tað deildarspæl, og gott útgangsstøði skal fáast í lag við Djúpumýru í kvøld. KÍ - Riga FC byrjar klokkan 18.30, og FM1 sigur frá.

KÍ var nær við at tryggja tað móti litavisku meistarunum í juli - nú snýr tað seg um meistaraliðið úr Lettlandi. KÍ hevur ikki skorað í seinastu fýra evropeisku dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ var nær við at tryggja tað móti litavisku meistarunum í juli - nú snýr tað seg um meistaraliðið úr Lettlandi. KÍ hevur ikki skorað í seinastu fýra evropeisku dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-20 10:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ gjørdist í 2023 fyrsta, og higartil einasta føroyska liðið, sum spældi seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. Hetta kom í hús við tveimum flottum samanlagdum sigrum móti Ferencvaros og Häcken í fyrstu umførunum. Harvið var KÍ tryggjað bólkaspæl í Conference League - hóast liðið tapti í teimum báðum næstu umførunum.

Í 2020 og í 2024 var KÍ ein sigur frá - í 2020 í Europa League har tað endaði við 3-1 tapi fyri Dundalk í Dublin, og í 2024 í Helsinki har reytt kort og tvey sein mál ímóti kostaðu Conference League-deildarspæl.

Í 2022 og í 2025 tapti KÍ í brotssparkskapping í 3. umfari í kappingini; tað vil siga beint fyri røkkstøkkumfarið (play-off).

Nú stendur liðið úr Klaksvík aftur á gáttini. Í 2. umfari í Champions League var møguleikin at tryggja sær eitt deildarspæl, men Kauno Zalgiris vann ógvuliga tøttu uppgerðina 1-0.

Móti Lech Poznan varð KÍ samanlagt hølvað av, og nú eru lettisku meistararnir á skránni. Riga FC sendi í síðstu viku ungarsku meistararnar Györ út, og er beinleiðis uppgerð um deildarspæl á skránni. Her er nógv uppá spæl, í mun til ítróttarligu ætlanirnar og tað fíggjarliga.

Jonn Johannesen: - Hetta er seinasti dystarbóltur hjá okkum í Evropa

Gott útgangsstøði skal fáast í lag í Klaksvík í kvøld, og er tað serliga týðandi fyri liðið hjá Magnusi Powell, tí alt verður avgjørt í Riga um eina viku.

Hjá KÍ er Gilli Rólantsson Sørensen ivasamur, afturat teimum profilunum sum framvegis eru skaddir. Dysturin við Djúpumýru, mitt í tættari dystarskrá hjá KÍ, byrjar klokkan 18.30.

Les eisini: KÍ kann aftur spæla evropeiskan dyst í Klaksvík

Conference League røkkstøkk umfar - fyrri dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 20. august 
18.30: KÍ - Riga FC (Lettland)

Frásøgn: FM1
Livescore: portal.fo

Samrøður og annað frá dystinum vera á báðum pallunum í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder