Fótbóltur

Øsing í fótbóltsheiminum yvir Fifa-ætlanir

Fifa ætlar at flyta fótbóltin í handilsligt partafelag og bjóða privatum at gera íløgur í part av felagnum. Stór øsing í Evropa um ætlairnar.

Gianni Infantino (t.v.) er við at kommercialisera fótbóltin eftir amerikanskari fyrimynd (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix)

Gianni Infantino (t.v.) er við at kommercialisera fótbóltin eftir amerikanskari fyrimynd (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-29 18:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur skapt øsing víða um í fótbóltsheiminum eftir at tað í gjár kom fram, at altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, hevur ætlanir um at gera fótbóltin til eina handilsvøru við at flyta virksemið í eitt vinnuligt partafelag.

Í tíðindaskrivi í gjár kom fram, at Fifa við Gianni Infantinol á odda hevur ætlanir um at stovna eitt sjálvstøðugt felag, ið fær navnið Fifa Forward Enterprise, FFE.

Fifa virðismetir felagið til 20 milliardir dollarar, og leitar nú eftir privatum investorum, sum eru sinnaðir at keypa umleið 20 prosent av partabrøvunum í felagnum.

Tey einstøku fótbóltssambondini fáa eisini møguleika at vera partur av FFE og fáa enn meira burtur úr íløguni, gongur fram í tíðindaskrivinum.

- Okkara komandi vakstrarætlan krevur ein bygnað, sum er hóskandi. Ein bygnað, har handilsliga síðan av spælinum virkar sum ein miðvís og dedikerað skipan, har virðið verður býtt betri millum allan heimin, sigur Infantino í tíðindaskrivinum, skrivar Ritzau.

Fifa staðfestir, at møguligu privatu minnilutaeigararnir í felagnum ikki fáa nakað ræði yvir kappingunum hjá Fifa, altjóða kappingarálmanakkan ella ítróttaligu avgerðirnar.

Kring heimin eru fótbóltssambond og fólk, ið varða av fótbóltinum, sera bilsin av hesum tíðindunum, sum at síggja til komu heilt óvæntað.

Næstformaðurin í týska fótbóltssambandinum, DBF, kallar ætlanirnar hjá Fifa fyri eitt beinleiðis álop á fótbóltin, og fyrrverandi Fifa-forsetin, Sepp Blatter, sigur at ætlanin er skaðilig.

- Ongin hevur rætt til at selja okkara ítrótt, sigur Blatter.

Eisini statsleiðarar hava gjørt viðmerkingar.

- Íleggjarar skulu ikki eiga fótbóltin. Fótbólturin hoyrir til tey fólkini, sum fylla áskoðaraplássini, og standa fram við síðulinjuna hvørja viku – um tað er regn ella sól, skrivar nýggi bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, á X.

Eisini ítróttakommiserurin hjá ES, Glenn Micallef, tekur frástøðu frá ætlanini.

- Hetta er ikki baseball, skrivar hann á X.

- HM í fótbólti er framvegis størsta ítróttahending í heiminum. Men nokk er nokk. Henda óunniliga handilsgeringin av fótbólti er niðurbrótandi, sigur ES-nevndarlimurin.

Tíðindini hava ført til, at evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, hevur kallað inn til skundfund í samgonguni.

- Ongin okkara eigur fótbóltin. Fifa kann ikki selja hann, skrivar Uefa.

Danska fótbóltssambandið, DBU, váttar fyri DR, at Fifa hevur sent bræv til øll 211 limalondini í samgonguni við áheitan um at góðkenna ætlanina. Evstamark fyri at svara er 19. september.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder