Føroyski fótbóltsspælarin Sara Benjaminsen, sum herfyri skrivaði sáttmála við danska felagið FC Nordsjælland, hevur nú spælt sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá felagnum.
Leygardagin sat 16 ára gamli gávuríki leikarin á beinkinum, tá besta liðið hjá FC Nordsjælland spældi á heimavølli móti Brøndbyerne. Um túsund áskoðarar vóru til dystin.
Tá 86 minuttir vóru spældir av dystinum, vóru boð eftir unga føroyinginum, tá hon var send á vøllin fyri Josefine Funch. Harvið fekk Sara sín fyrsta dyst í bestu donsku kvinnudeildini, A-ligaen.
Støðan í dystinum tá var 1-2 til útiliðið. Tað eydnaðist liðnum hjá Saru at javna við einum máli, sum Flora Kopp Højer skoraði í yvirtíðini.
FC Nordsjælland liggur í løtuni á fjórða plássi í meistaraskapsbólkinum. Bert eitt umfar er eftir at spæla, og alt bendir á, at HB Køge gerst meistari framman fyri Brøndby. Nordsjæland hevur møguleika at enda á triðja plássi, og harvið vinna sær luttøku í Europa Cup kappingini.
Kappingin um tað plássið stendur millum FCN og Fortuna Hjørring, sum hevur eitt stig meira enn FC Nordsjælland. Júst tey bæði liðini hittast í seinasta dystinum, sum verður spældur í Hjørring leygardagin 13. juni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald