Fótbóltur

Video: Sí samanumtøku og góða føroyska málið í Lettlandi

- Hetta var betri enn móti Estlandi, staðfestir Eyðun Klakstein, sum heldur at føroyska manslandsliðið hevur fingið væl burturúr venjingarleguni og dystunum í baltisku londunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-06-10 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Umstøðurnar hava verið góðar, vit hava roynt nøkur ting og spælt tveir dystir - ein sum var betri enn hin á ymiskan hátt, og ikki bara í mun til sjálvt úrslitið.

Hetta er partur av niðurstøðuni hjá Eyðun Klakstein, sum FSF Varpið tosaði við eftir 1-0 sigurin í Riga í gjár. Hann tryggjaði 3. plássið í Baltic Cup-venjingarkappingini og annan sigurin í níggju royndum móti Lettlandi.

- Vit spældu meira enn í Estlandi, fleiri spælarar fingu roynt seg, og vit fingu so sigurin, sigur landsliðsvenjarin, sum hevur vunnið átta av sínum fyrstu 15 dystum við róðrið.

Hanus Sørensen skoraði einasta málið í dystinum, eftir at hann hevði spælt væl saman við hinum álopsinnskiftarunum hjá Føroyum: Jóannes Bjartalíð átti næstseinasta fótin á, og eftir at Hanus rann væl og tamdi væl, eydnaðist eisin iat fáa bóltin framvið lettiska málverjanum

Sí málið saman við samrøðuni við Eyðun Klakstein ovast her - ella á Youtube-síðuni hjá FSF Varpinum

[object Object]

[object Object]

Myndir: Føroyski sigurin í Riga

Les meira um dystin her: Bronsa í Baltic Cup eftir fyrsta sigurin á Lettlandi síðani 2016

Næsta uppgávan hjá føroysku fótbóltsmonnum verður Nations League, sum byrjar síðst í september. Tá eru Slovakia, Kasakstan og Moldova mótstøðuliðini í einum bólki, har Føroyar kunnu fáa nógv burturúr av at standa seg væl.

Sí skránna her

-----------------------------------------------------------

Baltic Cup 2026 - dystur um 3. plássið
Týsdagin 9. juni
Lettland - Føroyar 0-1 (0-0)
81' Hanus Sørensen (Jóannes Bjartalíð) 0-1

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen (85' Ari Olsen), Samuel Johansen Chukwudi (46' Arnbjørn Svensson) Gunnar Vatnhamar, L,  Gullbrandur Øregaard (85' Viljormur Davidsen), Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (73' Noah Mnenéy), Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen (62' Jóannes Bjartalíð), Áki D. Samuelsen (62' Hanus Sørensen) – Adrian Justinussen (73' Petur Knudsen)

Venjari: Eyðun Klakstein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder