- Nú kemur ein pausa, tí vit skulu bíða eftir einari steypafinalu. Og hetta er púra burturvið: At vit, átta feløgi, skulu bíða á hendan hátt. So skuldi steypafinalan heldur ligið sum síðsti dystur á árinum, tá alt er liðugt.
Umframt at tosa eitt sindur um júst spæla dystin móti KÍ, hevði Sigfríður Skaale Clementsen nógv uppá hjartað, tá Brynjar Jacobsen Poulsen fekk orðið á EB/Streyma-venjaran í Klaksvík mánakvøldið.
KÍ hevði júst vunnið 3-0 á EB/Streymi. Liðið hjá Sigfríði hevði annars havt sínar støður, men skjótt fór prátið at snúgva seg um onnur ting. Sum hann hevur sagt áður í ár, so heldur royndi venjarin at tíðin er komin til 12 lið í bestu deildini. Hetta tí at tað er so mikið kappingarført nú, og at liðini, sum fara niður í 1. deild vera so mikið ávirkaði.
Og so var tað skráin og finalan um Løgmanssteypið, sum verður spæld leygarkvøldið. Í einum vikuskifti har hini liðini í bestu deildini ikki hava nakran dyst, fyri síðani at skula í langan landsliðssteðg síðst í september og oktober. Sigfríður Clementsen legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann setti orð á avgerðina hjá FSF um at leggja steypafinaluna 5. september og skránna annars í næstum:
- Hetta er eisini vitandi, at har kemur ein pausa aftur á tríggjar vikur. Hetta er totalt offside og totalt makkverk frá Fótbóltssambandinum - í kappingarnevndini har, sigur Sigfríður við FM1.
Finalan um Løgmanssteypið hevur síðani 2020 verið seinasti kappingardystur á árinum. Hetta hellir Sigfríður Clementsen, sum sjálvur hevur verið partur av nógvum finalum, til, tá "størsti dysturin á árinum" hóskar so illa inn mitt í kappingarárinum.
- Eg skilji væl, at eingin annar dystur skal vera, júst tá steypafinalan er. Tað skal man hava virðing fyri - tað er størsti dystur í árinum, og eg havi verið so heppin at verið partur av honum nakrar ferðir. Men hann kundi væl ligið aftast, um tað ikki er pláss at leggja finaluna mitt í kappingarárinum.
Hoyr alla samrøðuna á FM1 - parturin um skránna og steypafinaluna er frá 3.40
Eftir frívikuskifti hjá EB/Streymi og hinum eru tvey umfør á skránni, og so er steðgur í heilar tríggjar vikur. Hetta tí at landsliðssteðgurin, sum byrjar 20. september er óvanliga dystir (fýra landsdystir á skránni samanhangandi). Harvið er talan um heldur avbrotna dystarskrá nú áðrenn seinasta partin av endaspurtinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald