Fótbóltur

Siga frá NSÍ-AB og botnbraki á Skála - taka samanum í 3. hálvleiki klokkan 19.30

Tríggir dystir í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í dag og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Serliga er Skála - 07 Vestur spennandi - í kvøld hyggja vit eftir dystunum og venda uppflytingini hjá B71.

AB spælir móti NSÍ, og síðani spælir Skála sera týðandi dyst móti 07 Vestur (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB spælir móti NSÍ, og síðani spælir Skála sera týðandi dyst móti 07 Vestur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-30 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í dag.

FM1 sigur fyrst frá við Løkin klokkan 15, har NSÍ skal royna at leggja størri trýst á KÍ við at vinna á AB og økja um leiðsluna.

Kloakkn 17.15 eru vi hinumegin fjørðin, har Skála og 07 Vestur nærum spæla ein lagnudyst: Vinnur 07 Vestur verða liðini á 9. - 7. plássi øll á 20 stigum eina løtu. Vinnur Skála triðja sigurin á rað er liðið ikki langt frá at vera sloppið.

Til ber eisini at fylgja gongdini í hesum dystunum, umframt B36 - B68 ovast á Portalinum.

Klokkan 19.30 taka Trygvi Absalonsen og gestir samanum í sendingini 3. hálvleiki. Har verður ljós eisini varpað á uppflytingina, sum B71 tryggjaði í gjár.

Lurta eftir FM1 her

Sí yvirlit niðanfyri

21. umfar í Meistaradeildini - umframt "uppflytingardystur í 1. deild"

Í dag, Sunnudagin 30. august
15.00: B36 - B68
15.00: NSÍ - AB (FM1)

17.15: Skála - 07 Vestur (FM1)

Eftir dystirnar taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum umfari í sendingini 3. Hálvleikur, sum byrjar klokkan 19.30

Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)

Lurta eftir FM1 her

Fríggjadagin 28. august
Vikingur - HB 1-3 (0-0)
57' Jørgen Nielsen 1-0
64' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
73' Ári Mohr Jónsson/Dan í Soylu 1-2
90 (+3)' Ebiye Moses 1-3

Les eisini: HB fór avstað við øllum í Sarpugerði

Aron Benjaminsen: Eg farið til Skotlands mánadagin

Stigatalvan:

[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder