Síðani Víkingur varð stovnað í 2008 hevur felagið havt 19 møguleikar at koma í eina steypafinalu.
Tað er eydnast heili ellivu av hesum førinum.
Í 2016, 2019, 2020 og 2025 endaði tað við finalutapi - tvær ferðir móti KÍ og tvær ferðir móti KÍ, men Víkingur hevur nú vunnið sjey steypafinalur:
2009, 2012, 2013, 2014, 2015, 2022 og 2026.
Hetta er ógvuliga flott, og vitnar tað um støðugt og væl skipað arbeiði - við einum sterkum vilja og nógvum øðrum.
Tað er bert HB, sum hevur vunnið fleiri steypagull hjá monnum (30) - nú er Víkingur ájavnt við KÍ og B36 (7 steypagull). Saman við teimum seks steypafinalusigrunum hjá GÍ, hevur GÍ/Víkingur nú 13 steypagull.
![]()
Stórur Víkinga-fagnaður eftir 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)
Ein spælari hevur nú spælt í øllum ellivu steypafinalum felagsins: Sølvi Vatnhamar.
Nú 40-ára gamli leirvíkingurin hevur verið ein av størstu ímyndunum í søgu felagsins, og í føroyskum toppfótbólti. Í kvøld vísti Víkinga-liðformaðurin aftur stóran vilja og frálíkt fótbóltsskil.
Superveteranurin vístu nógva orku í 90 minuttir, áðrenn hann varð skiftur út til stóran fagnað - og Sølvi Vatnhamar var tvær ferðir nær við at skora. Tað var 10'arin, sum í 2022 avgjørdi steypafinalu móti KÍ.
Í kvøld kundi hann aftur taka ímóti steypinum frá varaløgmanni Bárður á Steig Nielsen og kann nú gera nakað, hann og eysturbúgvar hava gjørt sjey ferðir áður: Fegnast um at fáa Løgmanssteypið í kommununa.
![]()
Sølvi Vatnhamar og bygdamaðurin Ingi Jonhardsson, sum var ein av málskjúttunum, stórfegnast eftir sigurin í kvøld
Myndir: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald