Í gjár bórust tíðindini um, at ein av dómarunum til HM kappingina í USA, ikki fekk innferðarloyvi. Talan var um dómaran Omar Artan úr Somalia.
AFP tíðindastovan váttar, at Artan kom til Miami mánadagin, men at hann mátti venda við í passeftirlitinum.
- Artan verður ikki førur fyri at venja ella døma í HM eftir at hann ikki fekk loyvi til at koma inn í USA, sigur eitt talsfólk fyri Fifa við AFP.
Og talsfólkið leggur afturat:
- Tað er vertslandið, sum ger av hvør fær visum og hvør sleppur inn í landið.
Artan sleppur ikki inn í USA orsaka av hansara “tilknýti til illgrunasamar limir í yvirgangsfelagsskapi”, sigur eitt amerikanskt embætisfólk við BBC.
Somalia er eitt av 12 longum á einum forboðslista, sum Donald Trump hevur sett í gildi.
Sambært BBC skal ein í Trump-umsitingini hava sagt, at tey høvdu upplýsingar, sum knýttu Artan til persónar undir illgruna fyri at vera partar av yvirgangsfelagsskapum, nakað, ið gjørdi at hesin ferðamaðurin ikki kundi fáa innferðarloyvi til USA, skrivar norska TV2.
Hetta er ikki einasta søgan um HM-luttakarar, sum hava havt trupulleikar við amerikansku innferðarmyndugleikunum.
Irakiski fótbóltsleikarin, Aymen Hussein, varð støðgaður og avhoyrdur í næstan sjey tíðar á flogvøllinum í Chicago áðrenn hann slapp inn í landið. Fotografurin hjá irakiska landsliðnum varð avhoyrdur í tíggju tímar og varð sendur av landinum aftur, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald