Fótbóltur

Spennandi sunnudagur: Siga frá trimum dystum trý ymisk klokkuslett

Oddastríð, kapprenning um evropeisk pláss og botnstríð eru øll á breddanum. Dystir í 22. umfari í Meistaradeildini hjá monnum eru á skránni klokkan 15.00, 17.15 og 18.30. FM1 sigur frá øll klokkuslettini og tekur samanum í kvøld - til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

AB og B68 skuldu spæla fríggjakvøldið, men vegna vind varð dysturin útsettur til í kvøld. Hann kann hava nógv at siga fyri botnstríðið (Mynd: Argja Bóltfelag/LUPS Media)

AB og B68 skuldu spæla fríggjakvøldið, men vegna vind varð dysturin útsettur til í kvøld. Hann kann hava nógv at siga fyri botnstríðið (Mynd: Argja Bóltfelag/LUPS Media)

2026-09-13 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22. umfar í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í dag, og stórur spenningur er - í øllum løgum av kappingini - nú seks umfør resta í.

Harvið kunnu allir dystirnir í dag fáa stóran týdning fyri endastøðuna.

22. umfar
Sunnudagur 13.09

15:00: EB/Streymur – B36 

17.15
NSÍ – Víkingur (FM1)
07 Vestur – KÍ 

18.30: 

AB – B68 (FM1) - Útsettur frá fríggka
Skála – HB 

Eftir seinastu dystirnar verður tikið samanum á FM1 við stuttari útgávu av 3. hálvleiki, har samrøður og samanumtøkur frá dystunum hoyrast.

Lurta eftir FM1 her

[object Object]

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum, har vit í kvøld eisini taka samanum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder