Tað verður eitt kent andlit, sum tekur yvir í 07 Vestur, nú samstarvið við Michael Schjønberg varð endað um vikuskiftið.
Les eisini: Fyrsta venjarabroytingin í Meistaradeildini verður nú framd
Tór-Ingar Akselsen skal royna at fáa besta liðið hjá vágamonnum uppá beint aftur.
Bara sjey stig eru komin á kontuna eftir 12 dystir í Meistaradeildini í ár, og tað hevur við sær, at vágamenn liggja á aftasta plássi.
- Tór-Ingar er eitt kent andlit í felagnum bæði sum hjálparvenjari hjá besta liðnum og sum venjari hjá næstbesta liðnum við uppflyting úr 2. upp í 1. deild. Sum leikari hevur hann umboðað felagið í meira enn 200 dystum og kennir tí væl til umstøðurnar, felagið og tað arbeiðið, sum verður gjørt kring besta liðið, skrivar felagið í fráboðan.
Setanin av Tór-Ingari er í tráð við langtíðarætlanina hjá felagnum, ið m.a. er menna felagið bæði á og uttanfyri vøllin, sigur 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald