Fótbóltur

Triðja uppgávan í undankappingini fyri framman

Metast kann, at Føroyar helst vera betur við í dystinum í kvøld enn í teimum báðum fyrstu dystunum, men Ukraina er stórfavorittur til dystin, sum byrjar klokkan 17.

Kára Djurhuus var ikki við til teir fyrstu dystirnar í undankappingini vegna skaða (Mynd: Bjarni Enghamar)

Kára Djurhuus var ikki við til teir fyrstu dystirnar í undankappingini vegna skaða (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-10-21 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 – Vit hava møtt krútsterkari mótstøðu higartil, og tað fara vit eisini at gera hesaferð. Men samstundis haldi eg, at vit flyta okkum rætta vegin. Serliga kenslan av at skora eitt mál í Skotlandi, var ótrúliga góð og gevandi fyri liðið, og vit eru sera spentar at arbeiða víðari fyri at betra okkara avrik enn meira.

Hetta sigur Ásla Johannesen, liðskipari á kvinnulandsliðnum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum í upptakt til dystin móti Ukraina. 

Sí eisini: 
Myndir - fyrireika seg í Kiev
Vilja skapa enn meira

Føroyski hópurin hevur seinastu dagarnar verið í Ukraina og fyrireika seg til triðju uppgávuna í HM-undankappingarbólki B. Í september gjørdist talan um stórtap móti Spania og Skotlandi, men hetta kundi væntast.

Ukraina hevur ikki spælt nakran dyst í undankappingini enn. Mett verður, at hetta liðið er nakað undir Skotlandi í støði og eitt sindur longur burtur frá Spania. Hesi trý liggja ávíkavist nummar 31, 22 og 10 á FIFA-styrkislistanum.

Føroyar eru nummar 95, og tað er eingin ivi um, at Ukraina er stórfavorittur í kvøld. Unibet gevur tildømis bert 1,01 í odds uppá heimasigur, ið merkir, at um ein setur 100 krónur á Ukraina, so gevur tað bert 101 krónu aftur. Ein føroyskur javnleikur er á odds 21, meðan ein kann fáa 3010 krónur aftur, um 10 krónur verða settar á Føroyar á vinna, og tað hendir. 

- Ukraina er avgjørt eitt sera gott lið, men tær tykjast eisini spæla við eitt sindur størri váða, enn serliga Spania, men eisini Skotland. Tað vóna vit sjálvandi at kunna brúka til okkara fyrimun, og vit fara at royna at flyta okkara verjuspæl longur fram á vøllin, soleiðis at vit vónandi kunnu skapa meira, enn vit hava megnað í teimum fyrstu dystunum, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

[object Object]
Ásla Johannesen til venjingina í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Harvið ætlar Lene Terp og lið hennara at vera eitt sindur meira ágangandi og við hesuferð. 

Til ber ikki at stroyma dystin, men til ber at fylgja við gongdini á uefa.com. Vit dagføra eisini støðuna á forsíðu okkara. Fyrsta bríksl í býnum Kovalivka verður í kvøld klokkan 17.00 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder