placeholder
Fótbóltur

U15: HB fór við fyrsta steypinum

Hetta við 5-1 sigri á Víkingi HB hóskvøldið. Allan Ramiro Joensen varð kosin dagsins spælari - í kvøld klokkan 18 spæla U16-gentur hjá HB og KI.

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-09-04 15:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB er vinnari av steypakappingini fyri U15 dreingir 2026. Teir reyð-svørtu vunnu hóskvøldið ein tryggan 5-1 sigur á Víkingi.

[object Object]
Fegnast eftir trygga sigurin á Víkingi (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Palli Bernhardsson Petersen legði HB á odda 1-0 og 2-0, áðrenn dagsins spælari, Allan Ramiro Joensen stutt fyri steðgin økti til 3-0.

Í seinna hálvleiki helt HB fram har teir sleptu, og tá avtornaði stóð 5-1 á máltalvuni. Allan Ramiro Joensen skoraði til 4-0, William Christian stóð fyri málinum til 5-0, áðrenn Eyðnar Isaksen í yvirtíðini minkaði um munin fyri Víking.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Tvímálsskjúttin Allan Ramiro Joensen varð kosin dagsins spælari (Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

Fleiri myndir á Facebook-síðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya

Í dag, fríggjadagin 4. septembur klokkan 18:00, verður aftur steypafinalu-fótbóltur á Tórsvølli,  tá U16 genturnar hjá HB og KÍ bresta saman.

tgongumerki til ungdómsfinalurnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og við dyrnar (inngongd C). Kostnaðurin fyri atgongumerki til ungdómsfinalurnar er 50 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung, 17 ár og yngri. Atgongmerki er samstundis ein lutaseðil, har vinningurin er tvey atgongumerki til heimadystirnar hjá manslandsliðnum í heyst, og tvær landsliðstroyggjur.

Sí yvirlit fyri finalur her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder