Tað leikaði javnt á, og tað var spenningur allan vegin, tá HB og KÍ fríggjakvøldið brustu saman í steypafinaluni fyri U16 gentur.
HB var á odda bæði 1-0 og 2-1, men klaksvíksgenturnar góvu ongantíð skarvin yvir, og tá avtornaði vann KÍ 3-2 á Tórsvølli.
![]()
(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)
Sigursmálið skoraði Gunhild Arge Joensen, sum var ein av yngstu spælarunum í finaluni, beint fyri leiklok. Hetta var í yvirtíðini, tá dysturin sá út til at fara í longda leiktíð.
![]()
![]()
Ógvuliga fegnar gentur úr Norðyggjum við toymi (Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)
Lilja Eiriksdóttir Højsted og Julia Rósa Dal Christiansen stóðu fyri málunum hjá HB, meðan Gunhild Arge Joensen (tvey mál) og Erla Joensen gjørdu málini hjá KÍ.
Petsy Káradóttir Nielsen hjá HB kosin til besta spælara í finaluni
![]()
Petsy Káradóttir Nielsen heiðrað eftir finaluna (Mynd: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag)
Kelda: Fótbóltssamband Føroya
-------------------------------------
Steypafinalur 2026 - fyrru partur
U16 gentur
Fríggjadagin 4. septembur
HB – KÍ 2-3
U15 dreingir
Hósdagin 3. septembur
HB – Víkingur 5-1
Sí eisinI: HB fór við fyrsta steypinum
Leygardagin 5. septembur
Kl. 14:00 Víkingur – HB (U18 dreingir)
Kl. 19:00 Víkingur – KÍ (Løgmanssteypið menn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald