Fótbóltur

U17: 18 spælarar úttiknir til venjingarlegu í Spania

Føroyar skulu spæla ímóti Andorra og einum sponskum felagi síðst í september. Landnyrðingsparturin av Føroyum er væl umboðaður á hesum landsliði.

Rósing Sverrason Toyt, sum er komin á besta liðið hjá Víkingi, er ímillum teir 18, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Spania (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Rósing Sverrason Toyt, sum er komin á besta liðið hjá Víkingi, er ímillum teir 18, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Spania (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2026-09-10 19:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar, sum seinni í mánaðinum skulu á venjingarlegu í Spania.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Umframt venjingar, eru tveir dystir eru á skránni, á venjingarleguni í Barcelona í Spania.

Hósdagin 24. septembur verður spælt ímóti Andorra, og sunnudagin 27. septembur ímóti spanska liðnum CE Sabadell.

Í føroyska hópinum er Rósing Sverrason Toyt mest umrødda navnið. 16-ára gamli gøtumaðurin spældi í august fyrstu minuttirnar í bestu deildina, og kom eisini á vøllin í steypafinaluni sum Víkingur vann leygarkvøldið. Har var Rósing ósmæðin og nær við at skora: Ein ógvuliga spennandi spælari sum enn hevur U17-aldur.

[object Object]
Rósing Toyt nummar 16 fegnast saman við liðfeløgum og fjeppara eftir seinasta bríksl á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

16-ára gamli debutanturin hjá Víkingi: - Ein sera góð kensla at spæla fyrsta dystin frá byrjan

Júst Vìkingur er, saman við KÍ, best umboða felagi. KÍ og Víkingur hava fýra spælarar hvør á U17-landsliðnum og saman við tveimum ÍF-spælarum ger tað, at "Landnyrðingsføroyar" hava tíggju av 18 spælarum.

Spennandi spælarar úr millum annað Skála og EB/Streymi, FC Suðuroy og HB skulu eisini við til Spania. William Hansen er einasti spælari, sum spælir uttanlands. Miðvallarin er uppvaksin í Keypmannahavn og ger nú vart við seg í ungdómsdeildini hjá Hvidovre.

Hópurin
Ísakur Petursson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
Olivur Joensen, FC Suðuroy
Jónas Sigtórsson, HB
Leon Samuelsen, HB
Filip Jovevic, ÍF
Jayden Sackity Joensen, ÍF
Absalon Sørensen, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

Áðrenn fráferð eru tvær venjingar á Tórsvølli á skránni, sum vera sunnudagin 13. septembur og týsdagin 15. septembur.

Venjingarlegan í Spania er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður á Kýpros síðst í oktobur. Tá vera mótstøðulondini Kýpros og Rumenia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder