Fótbóltur

U17: Góð og mennandi kapping í Eysturríki

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini, men hevur hetta ment dreingirnar og givið teimum góðar altjóða royndir, sigur landsliðsvenjarin.

Teir ellivu, ið byrjaðu inni fyri Føroyar móti Kosovo í gjár. Tað endaði við teprum tapi og eisini móti vertstjóðini var føroyska liðið væl við. Fyrsti dysturin í kappingini endaði við stórtapi

Teir ellivu, ið byrjaðu inni fyri Føroyar móti Kosovo í gjár. Tað endaði við teprum tapi og eisini móti vertstjóðini var føroyska liðið væl við. Fyrsti dysturin í kappingini endaði við stórtapi

2021-10-13 21:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Slovenia, Eysturríki og Kosovo vóru mótstøðuliðini hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Eysturríki.

Føroyska liðið kom í tungan sjógv beinanvegin, og tapti 8-0 fyri slovenum. Munandi betri gekk ímóti vertslandinum og Kosovo. Móti Eysturríki taptu okkara dreingir 2-0, meðan dysturin móti Kosovo endaði við teprum 1-0 sigri til Kosovo.

– Kappingin var góð og avbjóðandi, har vit fingu møguleikan at royna okkum móti trimum javnt sterkum londum. Í fyrsta dystinum spældu vit illa, og taptu heldur stórt, men fótaðu okkum, og spældu síðan tveir góðar dystir. Tíverri endaðu báðir við teprum tapum, og serliga eftir dystin móti Kosovo vóru vit vónbrotnir, tí tá skuldu vit í minsta lagi fingið javnleik, sigur venjarin hjá U17-dreingjunum, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF.

Orsaka av koronafarsóttini hevur føroyska U17-landsliðið við dreingjum ikki verið í kapping ella týðandi dysti seinastu nógvu mánaðarnar. Tað kemur tí væl við, at ungdómslandsliðini kunnu koma í gongd aftur, og er hetta serliga galdandi fyri menningina av okkara ungu spælarum.

– Hjá nógvum av dreingjunum var hetta teirra fyrsta veruliga altjóða avbjóðing. Og hóast trý tap, so hava teir kortini fingið nógv burtur úr eini slíkari kapping. Teir fáa nógvan lærdóm og royndir, og hon vísir teimum, hvat skal til fyri at spæla á hægri stigi. Vónandi eru dreingirnir motiveraðir til at menna seg enn meira, nú teir koma heim til feløgini aftur, sigur Eyðun Klakstein.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder
placeholder