placeholder
Fótbóltur

U18 EM: Føroyar kunnu vinna seg víðari við sigri á Eysturríki leygarkvøldið

Onnur úrslit kunnu eisini vera nóg mikið til, at føroyingarnir røkka miðumfarinum í Beograd. Portalurin stroymir dystin, sum byrjar klokkan 18.30 leygardagin 1. august, og frásøgn hoyrist á FM1.

Hugin Halgirsson og hinir skulu royna at tryggja víðari luttøku leygarkvøldið (Mynd: Dusan Sandic)

Hugin Halgirsson og hinir skulu royna at tryggja víðari luttøku leygarkvøldið (Mynd: Dusan Sandic)

2026-07-31 17:22 Author image
Agnar Prestá

Tað eydnaðist ikki at tryggja sær pláss í miðumfarinum í gjárkvøldið. Til tað vóru føroyingar eitt sindur ov óhvassir samanlagt, og spaniólar ov sterkir og snildir - serliga í strikuspælinum.

Les eisini: Spania syfti Føroyar við snildum spæli

Men Føroyar hava góðan møguleika at spæla seg víðari undan seinasta umfarinum í EM-bólkinum, sum verður leygarkvøldið 1. august.

Føroysku U18-dreingirnir skulu leygarkvøldið spæla móti Eysturríki, sum hevur tapt móti bæði Finnlandi (við fimm málum) og Spania (við tveimum málum).

Líkamkið hvat hendir í hinum dystinum, er ein sigur nóg mikið hjá Føroyum.

Um Finnland tapir fyri Spania, so kunnu Føroyar tapa við seks málum á Eysturíkki og frramvegis koma víðari til miðumfari. Hetta hongur saman við innanhýsis málúrtøku. 

Tað vil siga, at Føroyar enda nummar tvey ella eitt í bólkinum við:
- Einum sigri 
- Einum javnleiki (um Finnland ikki vinnur á Spania)
- Einum tapi á seks málum móti Eysturríki ella betri (Um Finnland ikki vinnur á Spania)

Føroyingarnir í Serbia vita, hvat skal til áðrenn farið verður á vøllin, tí Finnland og Serbia spæla fyrr uppá dagin.

Eins og við hinum dystunum í endaspælinum ber til at hyggja á Portalinum - ókeypis og við føroyskum viðmerkjarum. Frásøgn hoyrist á FM1. Vit byrja klokkan 18.15

U18 EM-endaspæl, bólkur F

Støðan: 
1. Spania 4 stig 
2. Føroyar 2 stig
--------------------
3. Finnland 2 stig *
4. Eysturríki 0 stig *

Tvey lið koma víðari

Les eisini: Spania syfti Føroyar við snildum spæli

3. og seinasta umfar - í morgin, Leygardagin 1. august
13.30: Spania - Finnland
18.30: Føroyar - Eysturríki

Til ber at síggja dystin ókeypis á Portalin, um ein er staddur í Føroyum ella við data uttanlands. Til ber eisini at lurta eftir frásøgnini á FM1


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder