placeholder
Fótbóltur

Upptakt frá klokkan 18 á Tórsvølli - síðani frásøgn og samrøður

FM1 og Portalurin gera nógv burturúr steypafinaluni í kvøld. Sjálvur dysturin millum Víking og KÍ byrjar klokkan 19.

KÍ vann finaluna móti Víkingi í fjør - um nakrar tímar hittast liðini aftur á Tórsvølli (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ vann finaluna móti Víkingi í fjør - um nakrar tímar hittast liðini aftur á Tórsvølli (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-05 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Finalan um Løgmanssteypið er ofta størsti einstaki dysturin á árinum, og í kvøld er lagt upp til brak millum KÍ og Víking við spentum og stórum áskoðarafjøldum.

FM1 og Portalurin vera við alt kvøldið. Klokkan 18, eftir vit hava endursent Fótbóltsskýlið, byrjar beinleiðis upptakt av Tórsvølli.

Har fer Pætur Nolsøe at hava fleiri gestir - millum annað formenninar í feløgunum og Jákup Ósa, og vit hoyra nakað av fótbóltstónleiki.

[object Object]
Pætur Nolsøe verður til reiðar á Tórsvølli 

[object Object]Og tað verður Trygvi Absalonsen, her saman við Eli Simonsen, eisini (Myndir: Sverri Egholm)

Stutt fyri klokkan 19 verður sett niðan á "svalan" á Tórsvølli, har Trygvi og Trygvi - Absalonsen og Mortensen - sita til reiðar til, og fara teir at siga frá steypafinaluna.

Aftaná taka vit samanum; serliga við ljóð og videosamrøðum. Myndir og dystarfrásøgn vera eisini á Portalinum, har livescore verður undir dystinum

Fylgið við steypafinaluni á FM1 og Portalinum

Skráin fyri steypafinaludekkningin á FM1: 

Leygardagin 5/9:
17.00: Fótbóltsskylið endursent - til ber eisini at hoyra tað her
18.00: Upptakt av Tórsvølli við Pætur Nolsøe og gestum
19.00: Víkingur - KÍ (Finalufrásøgn við Trygva Absalonsen og Trygva Mortensen)

Lurta eftir FM1 her

Aftaná verður samanumtøka við serliga samrøðum

Á Portalinum ber til at fylgja gongdini undir dystinum, og vit hava myndir og videosamrøður aftaná, umframt greinatilfar upp til og eftir steypafinaluna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder