Nú hava allar tríggjar vertstjóðirnar í HM-endaspælinum verið í eldinum.
Meksiko legði fyri í sjálvum setanardystinum á Azteca leikvøllinum hóskvøldið við 2-0 sigri á Suðurafrika.
![]()
Raul Jimenez stútar bóltin í málið til 2-0 í Meksiko býi (Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)
Les eisini: Trý reyð kort í byrjanardystinum - Suðurkora vendi tí móti Kekkia
Kanada og USA hava nú havt sínar egnu setanir og hava eisini fingið síni fyrstu stig í endaspælinum.
Fyri Kanada var talan um søguligt stig í gjár: Undan javnleikinum móti Bosnia- Hersegovina hevði norðuramerikanska landið spælt samanlagt seks dystir í HM-endaspæli - tríggjar bólkadystir í 1986 og tríggjar í 2022 - har allir endaðu við tapi.
Men eftir at Micheal Bublá hevði sungið, settu vertirnir seg á tingini í Toronto. Trupulleikin var hvassleikin frammanfyri málinum: Heimaliðið hevð leikliga yvirvág, stórar møguleikar og nógv hornaspark, men tað var Bosnia--Hersegovina, sum legði seg á odda eftir hornaspark eftir 20 minuttir.
Gestirnir stríddust ógvuliga væl, og eftir steðgin bjargaðu teir tvær ferðir á strikuni. Tað var eftir 78 minuttir, at tað eydnaðist innskifta Southampton-áleyparanum, Cyle Larin, at venda væl í bosniska brotsteignum og javna til 1-1. Sami Larin skoraði hattrik móti B36 í Europa League-dysti fyri Besiktas í 2018.
So kundi kandaski sjónleikaran og Wrexham-eigarin Ryan Reynolds fegnast á áskoðaraplássunum saman við teimum flestu av teimum umleið 43.000 áskoðarunum. Tað endaði 1-1 í Toronto.
![]()
Cyle Larin og hinir kundu loksins fegnast um eitt mál í 79. minutti
Á stóra og snøgga So-Fi leikvøllinum í Los Angeles (Inglewood) hildu amerikumenn sanna setanarveitslu í nátt okkara tíð. Liðið hjá Mauricio Pochettino fekk av álvara spælið at hanga saman, og í steðginum móti Paraguay var støðan 3-0
Tað fyrsta málið er skrásett sum sjálvmál, og Folarin Balogun skoraði síðani tvey fyri USA. Bæði komu eftir gott spæl, og Monaco-áleyparin er fyribils HM-toppskjútti.
![]()
Balogun gjørdi bart á stóra SoFi-leikvøllinum - til stóran amerikanskan fagnað (Myndir: Richard Heathcote/AFP/Ritzau Scanpix)
Tað var størsta stjørnan hjá USA, Christian Pulisic, sum legði upp til 3-0 málið. Í steðginum valdi Pochettino at spara Pulisic, sum hevur havt onkrar snuddir. Sigurin hjá heimaliðnum kom heldur ikki í vanda, hóast paraguay fekk eitt heldur tilvildarligt 3-1 mál.
Í yvirtíðini sló innskifti Giovanni Reyna, sonur fyrrverandi USA-miðvallaran Claudio Reyna, sigurin fastan við snøggur uttarusíðuskoti. Hetta var seinasta skotið í dystinum: 4-1 og stórur fótbóltsfagnaður í USA eftir sannførandi sigurin á suðuramerikanska liðnum, sum annars ikki letur so nógv mál inn.
Í kvøld og í nátt eru fleiri HM dystir á skránni - nú verður tættari millum teir
----------------------------------------------------------------------
Bólkur B:
Kanada 1 stig
Bosnia - Hersegovina 1 stig
Katar 0 stig
Sveis 0 stig
Í gjár, fríggjadagin 12. juni (Toronto)
Kanada - Bosnia-Hersegovina 1-1 (0-1)
Í dag, leygardagin 13. juni (Santa Clara)
20.00: Katar - Sveis (DR1/DRTV)
Bólkur D:
USA 3 stig
Avstralia 0 stig
Turkaland 0 stig
Paraguay 0 stig
Í dag, leygardagin 13. juni (Ingelwood, LA)
USA - Paraguay 4-1 (3-0)
Í morgin, sunnudagin 14. juni (Vancouver)
05.00: Avstralia - Turkaland (DR1/DRTV)
Bólkur C:
Í dag, leygardagin 13. juni (og sunnudagin 14 juni)
23.00: Brasila - Marokko (TV2 Sport X/TV2 Play)
02.00: Haiti - Skotland (DR1/DRTV)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald