Kappróður

Vár og Vár heimsmeistarar

Vár Guriardóttir Hansen og Vár í Húsinum gjørdu bart í bólkinum "ein minutt", og Jóhanna av Steinum róði seg til HM-bronsu. Nú hevur Sarita K. Hansen gjørt tað sama - á 5.000 metrum.

Vár í Húsinum heimsmeistari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vár í Húsinum heimsmeistari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-28 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fullfíggjað yvirlit kemur í kvøld, tá allar HM-kappingarnar í Fuglafirði eru av, men higartil hevur tað gingst føroyingunum ógvuliga væl.

Sarita Kristina Hansen byrjaði við einum 4. plássi í 1. minutti, men fyri løtu síðani róði hon seg á HM-bronsu í 5.000 metrum: Hon var nummar trý samanlagt, og sínu mbólki, 23-39 ár lættvekt, endaði Sarita nummar tvey. Harvið fær hon eitt silvurheiðursmerki eisini.

[object Object]
Tað stóð nógv á hjá Saritu á langa teinunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóhanna av Steinum vann sær enn eitt HM-bronsuheiðursmerki, har róð var ein minutt, og har tað snýr seg um at longst.

[object Object]
Jóhanna av Steinum endaði við bronsu

Ú U17-bólkinum "1 minutt! og í 23-39 ár vóru rógvarar við orðinum Vár bestar:

Vár Guriardóttir Hansen og Vár í Húsinum gjørdu bart, og vunnu tær báðar gullheiðursmerki.

Vár G. Hansen tók eisini egna heimsmet við at rógva heili 368 metrar uppá 60 sekund.

[object Object]
Vár G. Hansen stórfegnast

[object Object]Ein fegin Vár í Húsinum saman við Saritu Kristinu Hansen (Myndir: Jens Kr. Vang)

Næsta kapping verður klokkan 17.38, tá Símun Heinesen rør. Stroyma her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder