Tað sá leingi út til, at føroysku kvinnurnar fóru at koma tómhentar úr Tbilisi í Georgia. Men í seinastu minuttunum vendu tær einum hóttandi tapi til sigurs. Úrslitið gjørdist 3-2 til Føroyar, eftir 1-1 í hálvleikinum.
Tá eitt korter var spælt legði Bebia Maiko heimaliðið á odda við brotssparki, meðan Brá Zakariasardóttir beint fyri steðgin syrgdi fyri útjavnandi málinum.
Í seinna hálvleiki var tað aftur Georgia, ið koma á odda tá Nino Bukhrikidze í 53. minutti skoraði til 2-1.
Men okkara kvinnurnar fullu tó ongantíð í fátt, og tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði Tórunn Højgaard Joensen til 2-2 við brotssparki, áðrenn Tóra Mohr í 91. minutti skoraði til 3-2 til Føroyar.
Við sigrinum enda Føroyar á øðrum plássi í bólkinum við seks stigum, og um væl spælir av, so kunnu Føroyar koma víðari sum ein av bestu 2’arunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald