Venjingardysturin millum Danmark og Ukraina, sum í kvøld varð spældur í Odense bleiv floytaður av eftir eina støðu við danska spælaranum, Christian Eriksen.
Hann small um undir dystinum, men kom upp á beinini aftur eftir eina løtu. Christian Eriksen er koyrdur á sjúkrahús til nærri kanningar, og boðini frá danska fótbóltssamabndinum eru, at hann hevur tað gott eftir umstøðunum.
Støðan minti um EM-dystin móti Finnlandi í Parkini í 2021, tá Christian Eriksen eisini small um. Síðan hendingina í Parkini hevur Christian Eriksen havt ein knykil (pacemakara).
Sum vera man ávirkaði hetta viðleikararnar og avgjørt var at floyta dystin av.
Danmark var annars á odda 2-1 tá tilburðurin eftir at ein góður tími varð spældur.
-
(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald