Fótbóltur

Video: - Vit hava mist álitið á Infantino

FSF-forsetin var á vitjan hjá Ronnie Thomassen í dag. Christian Andreasen finnist hvassliga at FIFA-forseta fyri framferðahátt hansara: - Vit hava ikki meldað endaliga út, tí avbjóðarin er ikki funnin, men vit fylgja linjuni hjá Norðanlondum og UEFA..

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-20 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgin atburður, uttanum allar mannagongdir og leiðreglar og "einaræðis líknandi atburður, sum fer fram".

Hesar vóru nakrar av lýsingunum, sum Christian Andreasen nýtti um Gianni Infantino, tá hann var í FM1-rásarúminum í dag.

FSF-forsetin var gestur hjá Ronnie Thomassen í B36-Varpinum, sum í dag tó ikki snúð seg um B36. Evni var óskilið í og kring FIFA - og serliga nógv umrødda forsetan.

Ein forseta, sum Fótbóltssambandið ikki endaligt hevur tikið stuðul sín til aftur - men álitið á mannin á ovastu rók í altjóða fótbólti. er rokið, kundi Christian Andreasen staðfesta.

- Øll evropeisku londini hava tikið frástøðu til ætlanirnar hjá honum um at lata privatar íleggjarar eiga part av HM-endaspælið, og fótbólti. Tað skaðar trúvirði og kann sum heild verða sera skaðiligt fyri fótbólt.

Christian Andreasen vísti eisini á løgnu avgerðirnar sum friðarheiðursløn til Donald Trump, sum Infantino av sínum eintingum tók støðu til, strikað leikbann undir HM og annað og annað. 

- Har er ikki komið nakað mótvalevni til forsetavalið næsta ár, og vit bíða við at síggja, hvussu verður við tí, sigur FSF-forsetin.

Sí videobrot ovast

Hoyr alla sendingina á leinkjuni niðanfyri:
B36-Varpið: Infantino nærkast endaspælinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder