Gunnar Vatnhamar hevur ikki nógv eftir av tíðini í Víkingi Reykjavík. Har hevur leirvíkingurin spælt síðani í apríl 2023.
Skjótt skiftir føroyski landsliðsprofilurin til Vejle, sum skal stríðast fyri at flyta upp aftur í donsku Superliguna. Til at hjálpa í tí stríðnum hevur Vejle keypt Gunnar Vatnhamar.
Avtalan er tó, at 31-ára gamli føroyingurin í øllum førum spælir røksstøkkdystirnar í Conference League, har tann fyrri er á heimavølli hóskvøldið. Um átta dagar spælir Víkingur í Banja Luka í Bosnia, har deildarspæl er uppá spæl.
Millum teir er landskappingardystur móti Vali. Víkingur er í løtuni oddalið í Íslandi, og átta stig eru niður til KR Reykjavík.
Síðsta vikuskifti vann Víkingur 4-2 á útivølli móti FH. Gunnar Vatnhamar skoraði til 3-1 í sambandi við deyðbóltsstøðu - málið sæst eftir 2.22 á videobrotinum ovast ella niðanfyri her: Tvær góðar nertingar, eina við høgru og eina við vinstru, og so trygt í netið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald