Fótbóltur

Víkingur vann glæsiligan og fult uppibornan finalusigur

Við níggju lokalum spælarum frá byrjan, einum 16-ára gomlum sum kom inn tá mest stóð á og ógvuliga sannførandi avriki, setti liðið hjá Jóhan Petur Poulsen greipuvinnararnar uppá pláss og lønti KÍ finaluósigurin í fjør aftur.

Víkingur er steypavinnari fyri sjeyndu ferð í lutfalsliga stuttu søgu felagsins - hetta eftir flott avrik sum rakk til evropeiskt pláss 2027 (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur er steypavinnari fyri sjeyndu ferð í lutfalsliga stuttu søgu felagsins - hetta eftir flott avrik sum rakk til evropeiskt pláss 2027 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-05 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árni Frederiksberg dribblaði seg í góða skotstøðu longu eftir tríggjar minuttir, og so fekk Bárður á Reynatrøð seg royndan beinanvegin. Men leirvíkingurin var púra klárur, og hetta varð ein góð mynd uppá dystin: Bárður gjørdi avgjørt sítt í málinum, tá neyðugt var, og víkingarnir vóru til reiðar - fullkomiliga til reiðar.

Tað var rímiliga skjótt, at teir í ljósabláum fóru at mála dystarmyndina. Hetta við nógvari orku, umframt ágangandi og góðum spæli, sum gav fleiri góðar støður fyri steðgin. Hóast KÍ hevði bóltin nakað, so var tað Víkingur, ið burdi eisini lagt seg á odda í 1. hálvleiki; serliga í støðu tá Sinyan Mansour hjá KÍ misti bóltin. Mark F. Jensen bjargaði skotinum hjá Aroni Ellingsgaard, og so valdi Jørgen Nielsen at spæla yvirum til Sølva Vatnhamar heldur enn at skjóta, men roynasti víkingurin rakk júst ikki bóltinum.

Júst nummar 10 endaði við sínum sjeynda steypagulli eftir eitt persónligt flott avrik, og eitt samansett Víkinga-avrik. Beint fyri steðgin hildu Sølvi og øll onnur á Tórsvølli, at tað var 1-0. Men málið hjá Jákupi Johansen varð kolldømt vegna rangstøðu, eftir at hjálpardómarin skuldi spyrja Heina Viðoy, um bólturin varð snittaður á vegnum. Tað var hann, men á myndunum sá tað avgjørt ikki út til, at tað átti at vera rangstøða.

Víkingur fall ikki í fátt av hesum, og av at KÍ kom nakað betri út eftir steðgin. Og um miðjan seinna hálvleik smekkaði vinsti bakkurin, sum átti flotta innleggið til kolldømda málið, í netið. Hetta eftir góða og snilda hornasparksuppskrift, har blaðungi Arnór Brandson við perfektari alvering fann Inga Jonhardsson. Leirvíkingurin var eirindaleysur við vinstra beininum, og so eksploderaði eina síðan av áskoðaraplássinum. 

Tað gjørdi hon eisini í 83. minutti, tá Aron Jarnskor Ellingsgaard eisini smekkaði bóltin í netið eftir eina deyðbóltsstøðu. Gøtumaðurin, sum er ein av teimum mest royndu, spældi ein frálíkan dyst á sentrala miðvølinnum. Beint áðrenn rakti 16-ára gamli Rósing Sverrason Toyt yvirleggjarin: Miðvallarin kom ósmæðin inn, meðan tað var 1-0 fyri Rana Hansen, sum spældi sína fyrstu steypafinalu.

2-0 og so kom sigurin ikki í vanda, hóast KÍ hevði tveir stórar møguleikar í yvirtíðini. Bárður á Reynatrøð, ið vísti klassan fyrr í 1. hálvleiki við at bjarga góðum stútara, bjargaði einari roynd, og annar málskjúttin kastaði seg og bjargaði á strikuni eftir góðan stútara hjá Jonn Johannesen. Aftur ein góð mynd uppá dystin: Ingi Jonhardsson sum í yvirtíðini strekti seg við øllum, hann hevði.

Frálíka Víkinga-áskoðarafjøldin var við allan vegin, teir í ljósabláum høvdu aðrar góðar møguleikar í 2. hálvleiki: Víkingur var bara hvassari enn KÍ, sum tyktiskt at vænta, millum annað, greiða dystarætlan og eyka orku.

Við sigrinum hevur liðið, sum Jóhan Petur Poulsen meistaraliga hevur sett upp og saman, spælt seg í Conference League næsta ár. Restina av árinum kunnu víkingarnir spæla meira frítt. Nú hava teir vunnu steypakappingina fyri sjeyndu ferð síðani stovnaina í 2008. Ómetaliga flott, og við ógvuliga nógvum av egnum tilfeingi. 

Samrøður og fleiri myndir seinni

Finalan um Løgmanssteypið 2026
Leygardagin 5. september á Tórsvølli
Víkingur - KÍ 2-0 (0-0)
68' Ingi Jonharssson (Arnór Brandsson) 1-0
83' Aron Jarnskor Ellingsgaard 2-0

Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Arnbjørn Svensson, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Arnór Brandsson - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar (L - 90' Filip Djordjevic) Jørgen Nielsen - Rani Hansen (79' Rósing Sverrason Toyt)

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

KÍ (4-2-3-1): Mark Fabricius Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (67' Gaston Tellechea), Gilli Rólantsson Sørensen, Daniel Johansen - Mansour Sinyan, René Shaki Joensen (82' Erlend Hustad) - Árni Frederiksberg, Oussama Ali (59' Hallur Hansson) - Filip Brattbakk (59' Jonn Johannessen) - Páll Andrasson Klettskarð 

Venjari: Magnus Powell

Meira um dystin her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder