Fyri triðju ferð hava Føroyar eitt lið í 1. umfari í Youth League. Talan er um eitt slag av Champions League fyri ungdómslið.
Meistarar í U19 ella U18-deildum eru við, og av tí at HB vann FM í hesum árgangunum í fjør, skal U18-liðið hjá felagnum spæla í Evropa í næstum.
Lutakast hevur verið í Nyon í dag, og úr pottinum kom FC Flora Tallinn.
Havnar Bóltfelag skrivar á Facebook-síðu sínari, at fyrri dysturin verður í estiska høvuðsstaðnum um tvær vikur: Mikudagin 16. september. HB hevur heimadyst í seinna dystinum, ið er á skránni 14. oktober - mest sannlíkt á Tórsvølli.
Eitt, sum er ógvuliga spennandi við uppgerðini, er, at vinnarin í 1.umfari skal spæla móti Chelsea í 2. umfari. Harvið kann eitt enskt stórfelag enda í Føroyum í heyst.
HB var við í Youth League í 2024, har Progres Niederkorn úr Luksemborg var omaná. Í fjør vann Víkingur seg víðari í 1. umfari eftir greiðan heimasigur. Hetta móti estiskari mótstøðu, Narva Trans.
Skjótt skal HB spæla móti ungdómsmeistarunum úr Estlandi. Hóast talan er um U18-lið hjá føroyingum, hava spælarar sum eru ein árgang eldri, loyvi at vera við. Hetta tí at Youth League er ein kapping fyri U19-spælarar (føddir í 2007 ella seinni)
![]()
![]()
Víkingur tapti fyrra dystin, sum var í Estlandi, men vann síðani 4-1 á Tórsvølli á Narva Trans. Síðani varð belgiska Genk ein ov stórur biti (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald