Tað hilnaðist væl hjá føroysku rógvarunum til innleiðandi kappingina á Kambsdali í síðstu viku, har onkrar finalur eisini vóru á skránni.
Blaðunga Kristvør Clementsen róði seg til HM-gull á 5.000 metrum, og Jóhanna av Steinum róði seg til silvur.
Tær báðar hava hvør sína HM-finalu í Fuglafirði í morgin. Róð verður "talgilt".
Fimm aðrir føroyingar kappast, og samanlagt eru tíggju finalu við føroysikari luttøku: Tey hjá RSF skulu aftur royna at prógva seg á heimspallinum.
- Føroyingar eru serliga sterkir á stryttri teinunum, staðfesti Vár G. Hansen fyri FM1 hósdagin.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir klokkutíðir, grein og aldursbólk
14.18: Sarita K. Hansen (1 minutt) - 23-39 ár, lættvekt
14.47: Vár í Húsinum (1 minutt) - U17
14.53:
Vár Guriardóttir Hansen (1 minutt) - 23-39 ár
Jóhanna av Steinum (1 minutt) - 45-49 ár
16.16: Sarita K. Hansen (5.000 metrar)
17.38: Símun Heinesen (5.000 metrar)
19.22: Vár Guriardóttir Hansen og Lioc Schelbatter, Sveis (mixed relay) - stafett blandað
20.47: Kristvør K. Clementsen U17
Sí eisini: Kristvør Clementsen fyrsti føroyski heimsmeistarin í ár
20.59: Vár Guriardóttir Hansen (1.000 metrar) 23-39 ár
21.15: Pauli Joensen (1000 metrar), 17-18 ár
Hoyr samrøðu við Vár Guriardóttir Hansen: - Màlið er heiðursmerki og heimsmet
Róðrarsamband Føroya fer at stroyma kappingina. Portalurin hevur myndir og yvirlit í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald