
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Georgia var til sítt fyrsta stóra endaspæl í fjør, og liðið hjá Willy Sagnol stóð seg eisini heilt væl í Týsklandi.
Vongurin Khvicha Kvaratskhelia, áleyparin Georges Mikautadze og málverjin Giorgi Mamardashvili skinu bjartast til EM. Eingin teirra er við nú.
Teir báðir fyrstnevndu spæla nú í Fraklandi, og Kvaratskhelia hevur júst vunnið Champions League og tvey meistaraheiti. Hann er mest navnframi og vandamikli spælarin hjá Georgia.
Føroyska verjan sleppur eisini undan Mikautadze, sum fekk eitt altjóða gjøgnumbrot í EM. Hann hevur skorað tjúgu landsliðsmál. Mamardashvili var ein brandur, og Liverpool keypti hann fyri síðani at leiða málverjan út aftur til Valencia. Eftir summarsteðgin fer hann til Onglands - onkur annar skal verja georgiska málið móti Føroyum í morgin.
Umframt hesar størstu stjørnurnar, hava ógvuliga royndu verjuspælarnir Guram Kashia og Solomon Kvirkvelia fingið frí móti Føroyum, og miðvallar ið spæla í Fraklandi, Spania og Onglandi sita eisini heima.
Talan verður tó framvegis um eitt sterkt georgiskt lið.
Hópurin - Wikipedia
Føroyar og Georgia spæla venjingardyst í Tbilisi í morgin, hósdagin 5. juni, klokkan 17 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald