2018-09-30 23:33

Svenski venjarin Glen Ståhl, sum kom til TB/FCS/Royn undan hesum kappingarárinum, gevst sum venjari hjá suðuroyarliðnum, tá kappingarárið er av.
Tað váttar hann fyri bolt.fo í kvøld.
Hann sigur við heimasíðuna, at hann boðaði felagnum frá hesum fyri nøkrum vikum síðani, og í gjár fekk hópurin boðini.
TB/FCS/Royn hevur 25 stig, og liggur á einum sjeynda plássi. Úrslitini í ár hava verið ymisk, men liðið hevur megnað at tikið stig frá flest øllum toppliðunum og kom í hálvfinaluna í steypakappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald