Tú leitaði eftir “portal.fo” og fann 2361 úrslit
-
11. November 2025
-
11. November 2025 13:17
Elias á vikuliðnum - bert Gidsel hevur skorað fleiri mál í Bundesliguni
Føroyski spælskiparin heldur fram at skína í heimsins sterkastu deild. Við 14 málum sunnudagin hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu skotið 91 mál í ellivu dystum
-
-
12. November 2025
-
12. November 2025 14:01
Kroatar kunnu tryggja HM-pláss við stigi móti Føroyum
Luka Modric og hinir taka ímóti í Rijeka fríggjakvøldið klokkan 19.45. Ósigraða oddaliðið í bólkinum hevur bert latið eitt mál inn - Føroyar skulu royna at skaka HM-bronsuvinnararnar í sínum søguliga góða ári
-
-
-
12. November 2025 16:33
Video: Fari altíð eftir at skora mál - eisini móti Kroatia
Hann er komin drønandi úr Slovenia við einum bili, sum akkurát kláraði fjallatindarnar. Fríggjadagin er Hanus Sørensen klárur til dyst móti Kroatia
-
-
14. November 2025
-
14. November 2025 21:54
Endaði heldur keðiligt í Kroatia
Føroyar taptu fyri fyrstu ferð við meira enn einum máli undir verandi venjaratoymi. Byrjanin var flott, men í 2. hálvleiki megnaðu føroyingar ikki veruliga at fylgja við í nøkrum støðum móti HM-bronsuvinnarunum, og tað kostaði
-
-
-
14. November 2025 22:48
Video: Heilt fantastiskt at uppliva hesa undankappingina
- Vit høvdu møguleikarnar at gera lívið hjá kroatum eitt sindur meira súrt enn tað bleiv. Skarpheitin manglaði, sigur Árni Frederiksberg, sum kortini fegnast um hesa upplivingina, sum hann aftur er á landsliðnum
-
-
-
14. November 2025 23:49
Myndir: Tap hóast mál í Rijeka
Modric og hinir á kroatiska liðnum vóru ov sterkir hóast Føroyar løgdu seg á odda 1-0 aftaná 17. minuttir. Sí myndir
-
-
15. November 2025
-
15. November 2025 10:37
Skifta bý í dag
Landsliðið sleikir sárini eftir 3-1 tapið móti Kroatia í gjár. Í dag verður koyrt til Rovinj, nærhendis Pula, har venjingardystur móti Kasakstan verður spældur týsdagin
-
-
16. November 2025
-
16. November 2025 14:02
Video: - Ikki nakað vánaligt lið vit spæla ímóti
Kasakstan spældi javnt móti Belgia leygarkvøldið, so vit skulu vera púra klárir týsdagin, sigur Hanus Sørensen
-
-
17. November 2025
-
17. November 2025 17:40
Video: Stórt álit frá Eyðuni og Atla
Nógv uppmerksemi og stórt álit frá venjarunum. Martin Agnarsson hevur havt stóran leiklut á landsliðnum seinastu mánaðirnar
-
-
18. November 2025
-
18. November 2025 19:39
Vit kunnu gott siga, at Arnbjørn royndi at avlevera
Verjan hevur sæð gott út í ár og álopið hevur sæð gott út í seinnu helvt, sigur einasti málskjúttin í venjingadystinum móti Kasakstan, Petur Knudsen
-
-
-
18. November 2025 20:01
Ási fyrstu ferð á landsliðnum - Nakað man hevur droymt um
- Tað var perfekt at endaa kappingarárið við debut á landsliðnum, sigur Ási Dam, sum kom inn á høgra vongbakk í dag
-
-
20. November 2025
-
20. November 2025 15:21
Lív Poulsen kosin besti spælari í føroysku deildini beint undan HM-endaspælinum
Í VÍF spælir landsliðsvongurin í bakketuni, og vóru avrikini hjá Lív í oktober so mikið sannførandi, at hon vann heiðurin hjá SMS
-
-
22. November 2025
-
22. November 2025 08:00
- Støðan í Ikast hevur ikki órógvað HM-fyrireikingarnar
Venjarastarvið í Danmark hevur kravt meira tíð seinastu vikurnar, men nú hugsar Claus Mogensen bert um HM. Móti Íslandi í kvøld vil hann síggja ymisk øðrvísi brigdi
-
-
23. November 2025
-
23. November 2025 20:21
Ferðast saman við teimum hjá Íslandi til endaspælið mánamorgunin
Føroyski HM-hópurin við fylgi fer av landinum tíðliga í morginárini og lendur í Luksemborg, áðrenn koyrt verður yvirum týska markið. Fyrsti dysturin í Trier verður spældur mikukvøldið klokkan 19.30 - Portalurin og FM1 eru við á ferðini
-
-
23. October 2025
-
23. October 2025 13:18
Belgiska mótstøðan blásti ungu víkingarnir um koll
Tað endaði 8-0 til Genk í Youth League-dystinum á Tórsvølli, har gestirnir prógvaðu seg sum eina krútsterka ungdómsdeild í Evropa
-
-
25. October 2025
-
25. October 2025 14:32
FM1 sigur frá fleiri dystum í síðsta umfari
Stórur spenningur er í niðurflytingarstríðnum, og tískil vera frásøgumenn serliga nógv inni í Gundadali og á Dungasandi. Vit eru eisini við Løkin og hava heimildarmenn á hinum støðunum. Byrjað verður at senda klokkan 14.20 - til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
-
-
-
25. October 2025 15:27
Stórt drama - fylg við á FM1 og á Portalinum
Bæði FC Suðuroy og 07 Vestur eru aftanfyri við einum máli í steðginum, og harvið eru suðuroyingar 45 minuttir frá bjargingini. FM1 er bæði í Gundadali og í Sørvági - og við Løkin har KÍ heldur gullveitslu
-
-
-
25. October 2025 18:38
Myndir: Fegnir KÍ'arar í gulli og gleimi
KÍ vann 4-2 við nógvum fegnum norðoyingum kring vøllin. Aftaná fingu teir á ósigraða liðnum steyp og gull - NSÍ fekk bronsuheiðursmerki handað.
-
-
26. October 2025
-
26. October 2025 10:11
U19: Føroyar og Danmark spæla finalu á Hálsi klokkan 15
Lagt er upp til spennandi uppgerð - føroysku flogbóltsmenninir spæla móti Íslandi um bronsuna í NEVZA-kappingini klokkan 13. Televarpið vísir eisini dystirnar
-
-
29. October 2025
-
29. October 2025 08:22
Stórur áhugi fyri steypafinaluni
Nærum 3.000 atgongumerki eru seld til fríggjakvøld, og viðhaldsfólk hjá bæði Víkingi og KÍ gera nógv burturúr
-
-
-
29. October 2025 13:09
Jana Mittún sendi Viborg í steypahálvfinaluna
Hoyvíkskvinnan breyt ígjøgnum NFH-verjuna, tá hálvur minuttir var eftir. Jana Mittún legði eisini upp til flest mál í spenanndi fjórðingsfinaluni - HH Elite tapti greitt uttan Mariu Nólsoy
-
-
31. October 2025
-
31. October 2025 22:32
Myndir: Stóri KÍ-fagnaðurin á Tórsvølli
Spælarar, familja og øll rundanum KÍ í sigursrúsi eftir seinasta bríksl. Jákup Biskopstø Andreasen lyfti løgmanssteypið sum fyrsti KÍ'ari síðani 2016 - sí fagnaðarmyndirnar sum Jens Kr. Vang tók
-
-
04. November 2025
-
04. November 2025 17:05
Føroyar fara eftir HM-møguleikanum í Kroatia
– Vit hava spælt okkum í óvanligu støðuna, at nú vit spæla síðsta dystin í hesari undankappingini, hava vit møguleikan at spæla okkum til HM-endaspælið, staðfestir landsliðsvenjarin
-
-
06. November 2025
-
06. November 2025 16:38
KÍ sendir krans til Serbia og sýnir samkenslu
Mladen Zizović var venjari hjá Radnicki, sum KÍ spældi evropeiska uppgerð ímóti í summar. Hann small um undir dysti mánadagin og doyði á veg á sjúkrahús
-